Útgivið tann: 01.04.2016
Móðurmálshald 2016

Ung og føroyskt mál í filmi var evnið á móðurmálstiltaki í Nýggjustovu í Havn hóskvøldið 31. mars.


Móðurmálsdagurin 2016 skuldi verið á føðingardegi V. U. Hammershaimbs eins og undanfarin ár, men í ár var 25. mars langafríggjadag. Fyri ikki at fara ov langt frá vanliga móðurmálsdegnum valdu fyrireikararnir at hava tiltakið beint eftir páskir.


Málráðið hevur í ár valt, at ung og málið er evnið á Móðurmálsdegnum 2016. Hóskvøldið varð valt at viðgera málið á einum av teimum pallum, har tey ungu ferðast, nevniliga í føroyska filminum.


Zakaris S. Hansen, formaður í Málráðnum, bjóðaði vælkomið og landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, helt røðu. Pætur Marjunarson Dahl hugleiddi um føroyskt filmsmál og føroyskt mál í filmi. Síðan hevði Birgir Kruse samrøðu við tey bæði, Sakaris Stórá, filmsleikstjóra, og Marjuna Syderbø Kjelnæs, høvund, um føroyska málið í føroyskari filmsverkætlan. Aftaná svaraðu tey spurningum frá áhoyrarunum.


Boðað varð frá, at seinni í ár verður eitt størri tiltak um ung og málið. Kunning um tað kemur seinni.


Tónleikaliga undirhildu Birita Adela Davidsen og Sissal G. Magnussen við sangi og Hans Pauli Tórgarð við gittarfylgispæli.


Matstovan Barbara bjóðaði teimum møttu munnbitar og annað gott.