Útgivið tann: 11.02.2016
Kongadagur

Dagurin 11. februar eitur sambært álmanakkanum kongadagur. Ta náttina í 1659 søktu svensk herlið at Keypmannahavn, men atsóknin miseydnaðist. Navnið kongadagur sipar til teir báðar kongarnar, sum stóðu á odda í stríðnum, tann danska Fríðrik III og tann svenska Karl X Gustav. Eg havi ikki funnið hetta heitið á hesum degi í nøkrum øðrum norðurlandamáli. Men í Føroyum varð kongadagur hildin sum mishalgidagur, og vit hava t.d. upplýsing um, at farið varð upp á gólv kongadag, men sjálvandi ikki, um komið varð út í føstuna.


Í føroyskum hava vit harafturat nøkur orð í sambandi við kongadagin. Úr Tjørnuvík hava vit heimild um orðið kongaaftan, t.e. dagurin fyri kongadag, t.e. 10. februar. Á Eiði er uppskrivað orðið kongadrýlur, t.e. kókaður rugdrýlur við sperðilspetti ella tálgar¬mola innaní. Hesin drýlur varð etin kongadag. Við Gjógv er uppskrivað orðið krákudrýlur. Krákudrýlur er eins og kongadrýlur kókaður rugdrýlur við sperðilspetti ella tálgarmola innaní. Hann varð etin kyndilsmessudag. Í Gøtu er uppskrivað orðið sperðilsdrýlur, sum varð etin til morgunmatar kyndilsmessumorgun. Sperðilsdrýlur er drýlur við stykki av innbakaðum sperðil.


Upplýsingar um ein sperðil, sum varð etin kongadag, finna vit í bókini "Hendingar á leiðini" eftir Bjarna Niclasen sála. Á bls. 208 sigur Bjarni, at í Kunoy vóru sperðl¬arn¬ir ikki stungnir uttan úr onkrum heilt góðum seyði; men í hvørjum húsi var minst ein sperðil stungin við berari tálg; fyrst varð tikin hjartamørur, kokutálg, tjónetja, og tað, sum í vantaði, varð tikið av garnmørinum, garnmørsoyra og netja. Hesin sperðilin varð kallaður kongasperðil. Tað var siður í Kunoy, at kongadagin varð sperðil, væl lakasaltaður frá heystinum fyri, etin til morgunmatar aftur við drýli. Kongadagin hildu teir á henda hátt til minnis um "Stormen på København" í 1659. Sigið so, at kunoyingar hava ikki verið kongatrúgvir, leggur Bjarni Niclasen afturat.


Gamalt var, at versta tíðin til veður var millum konganna, tað er frá trettanda (teir tríggir heilagu kongarnir) og til kongadagin.


Fyrri liður í orðinum kongadagur er orðið kongur, sum verður sett í samband við fornnorrøna kallkynsorðið konr, sum merkir 'tignarmaður, sonur, ættingi', t.e. maður av stórætt ella stórættaður maður.


Flestu munna kenna tiltakið fáur harmar fútadeyða. Louis Zachariasen heldur í bókini "Føroyar sum rættarsamfelag", at hetta tiltak er íkomið, tá ið Søren Flue fúti doyði í 1596. Um okkurt, sum er sera sjáldsamt og sum hendir sera sjáldan, kann verða sagt: tað er sum kongadeyði. Í Suðuroy er t.d. uppskrivað, at tornaði tað á høgætt, var tað sum kongadeyði, t.e. sera sjáldsamt. Men eisini varð sagt har, at um tað tornaði á høgætt, merkti tað kongadeyði. Í Eysturoynni er uppskrivað, at torugangur ella torusláttur av norðri merkir kongadeyði.


Anfinnur Johansen