Útgivið tann: 25.01.2016
Pálsmessa

Pálsmessudagur er sum kunnugt 25. januar. Dagurin er til minnis um umvending Paul­usar. Í Ápostlasøguni, 9. kapitli, ørindini 1-19, verður m.a. greitt frá, tá ið Paulus var á veg til Damaskus fyri har at handtaka teir jødar, ið trúðu á Kristus, og fekk eina opin­bering, ið sannførdi hann um, at Jesus úr Nasaret, hin krossfesti, var Messias, Kristus. 25. januar, pálsmessudagur, er til minnis um hesa hending. Í norrønum eitur dagurin, umframt pálsmessudagr, eisini snúningardagr, t.e. umvendingardagur.

 

Ymist er sagt og uppskrivað um pálsmessudag. Sást sólareygað so leingi páls­messudag, at skjótførur maður fekk saðlað rossið, skuldi árið gerast fruktagott. Var páls­messudagur ikki ljósur, gjørdist árið ringt. Lomvigin kemur at landi á pálsmessu og í bergið á leypársmessu, 24. februar. Úr Sumba hava vit upplýsing um, at gamalt var har, at ritan skuldi koma á Sunnbiarhavið pálsmessudag. Á pálsmessu kemur súlan eisini at landi. Í Mykinesi verður dagurin eisini nevndur súludagur, og varð hann hátíðarhildin har vesturi fyrr, tí tá væntaðu tey, at súlan fór at síggjast aftur, sum hon var von á hvørj­um ári. Í Mykinesi varð í eldri tíðum farið upp á gólv á pálsmessu.

 

Navnið Paulus er av latínskum uppruna og merkir ’tann lítli’. Við kristindóminum kom navnið til Norðurlond og broyttist her til Poul, Paul og Páll. Síðstnevnda navna­snið, Páll, er leitt av tí fornenska navnasniðinum Pāl. Í miðøld gjørdist navnið Poul saman við navninum Petur ógvuliga vanligt í Danmark. Í eini danskari bók frá o.u. ár 1430 stendur: saa wel Powel som pædher, og merkir hetta: hvør maður, øll. Í nútíðar­máli verður sagt Per og Pól. Í Føroyum gjørdist navnið Páll eisini ógvuliga vanligt, og er sama merking, ið vit hava í donskum í áðurnevnda tiltaki, ivaleyst eisini í tí føroyska tiltakinum: tað er ikki oftari enn so, at Páll fær røtur, sagt, tá ið onkur fær okkurt for­kunnugt.

 

Sera vanligt mansnavn er Pauli, serstakliga sum seinna navn í tvínevni, t.d. Hans Pauli, Jóhannes Pauli, Símun Pauli, Tummas Pauli o.s.fr. Tað er eisini íkomið við upp­kalling eftir pálsmessudegi, sum í tí danska álmanakkanum nevndist ’Pauli omvendel­se’, latínskt Paulus í hvørsfalli. Fyrr vóru álmanakkarnir sum vera man danskir.

 

Í manntalinum 1801 búðu 5265 fólk í Føroyum, 2624 kvinnur og 2641 menn. 8 menn høvdu navnið Pauli sum seinna navn í tvínevni. Alla 19. øld vórðu fødd 23418 børn í Føroyum, 11469 gentur og 11949 dreingir. Bert tríggir dreingir bera navnið Pauli sum einnevni. Tann fyrsti er føddur í 1813, tann næsti í 1841 og tann triði í 1870. Alla 19. øld eru tað føddir 431 dreingir, sum hava navnið Pauli sum seinna navn í tvínevni.

 

Anfinnur Johansen