Útgivið tann: 24.04.2018
Orðið neyðtøka

Í seinastuni hevur kjak tikið seg upp um orðið neyðtøka, da. voldtægt, en. rape, og um tað hóskar við innihaldið. Málstovan er spurd um orðið fyri ikki so langari tíð síðan, og vit fara her at endurgeva svarið, sum í hvussu er sigur nakað um upprunan at orðinum, og sum sæst er tað gamalt í málinum.

 

Málstovan fekk spurningin í mars í fyrraárið: “Vit í Kvinnuhúsinum hava tosað um orðið neyðtøka. Á donskum voldtægt. Hava tit eitt annað orð fyri neyðtøku? Vit meta ikki, at orðið lýsir gerðina sum ein neyðtøka er. Hvat halda tit?” Tá svaraðu vit soleiðis:” Vit vita ikki um nakað annað føroyskt orð fyri neyðtøka, neyðtaka. Orðið er skylt við norrønt nauðga 'noyða, tvinga' og nauðgan 'noyðsla, tvingsil'. Sbrt. Føroyskari orðabók finst orðið nauðga framvegis í føroyskum sum neyðga, t.d. neyðga seg 'noyða seg (til eitt)'. (Norrønt au verður regluliga ey í føroyskum.) Orðið neyðtaka kemur fyri í orðabókini hjá Svabo, skrivað Nejtaeka og týtt 'tage med Vold, voldtage', so orðið hevur verið brúkt um ár 1800.”