Útgivið tann: 14.12.2017
Nøkur jólaorð

Jólini eru okkara størsta hátíð. Tað speglast eisini aftur í máli okkara, m.a. við teirri ør­grynni av samansettum orðum, har ið jól er fyrri liður. Í orðasavninum á Før­oya­máls­deild­ini eru tey tætt upp ímóti tvey hundrað í tali, men fleiri teirra eru lítið merkisverd og til­vild­ar­liga samansett orð; tílík orð hava tí ikki verið tikin við í orðabøkur. Eg skal nú nevna nøk­ur jólaorð og tiltøk, har sum jólini verða nevnd. Fyrr eins og nú varð á jólum mangan tik­ið stóran til, bæði til klædna og matna, og orðatiltøkini siga tað tí: at liva sum á jólum ella at hava jól og góðar dag­ar ella bert hava jóladagar. Jólablíðskapur ella jólablídni mátti ongastaðni tróta, og har hoyrdi jóladrekkað uppí, ella sum tað onkustaðni er upp­skriv­að, jóla­løg­ur­in. Øll­um varð boðið okkurt, tí stórur dentur varð lagdur á, at eingin mátti bera jólini á bakinum ella bera jólini út aftur, sum eisini varð sagt. Fekk onkur ikki læst síðsta plaggið av fyri jól, galt um at krógva tað burtur, tí annars varð tað tikið jóla­morg­un og hongt upp í tróðrið at arga hana við, ið jólatrøllið átti, og verri skomm var ikki til enn at fáa jólatrøll. Eingin fór heldur á flot í plaggi, sum verið hevði jólatrøll.

 

Børn, sum vóru vekrað um jólini, kundu fáa jólaríggjur, sum sagt verður norðuri í Eyst­ur­oynni, ella jólaandvekur, sum er uppskrivað í Norðoyggjum. Tey vóru ómøgulig og gjørd­ust rangsvøvnt. Tá var vandi fyri, at sovorðið barn kundi verða jólaskekil, fáa fleingj­una á jólum, og verri skomm kundi ikki henda einum barni enn at verða jólaskekil. Í Sumba verður sagt jólaskeki og í Sandvík og Skúv­oy verður sagt jólasnøkil. Um børn, ið biðja um tað ómøguliga, verður sagt: "trølla­børnini gráta eftir hvonnum á jólum". Um eitt­hvørt, sum er sera sjáldsamt, kann verða sagt: Sum lundi á jólanátt.

 

Tað var gamal siður, tá ið dreingir høvdu gentur burtur í øðrum bygdum, at fara at fríggja um jólini. Tað vanliga var, at fríggjarin rann meir enn gekk á ferð­ini. Men eitt orða­tak høvdu tey gomlu, sum ljóðaði so: Tað er ikki altíð, at jóla­fríggj­ari verður páska­fríggj­ari.

 

Gamalt orð sigur, at sóknartíðin røkkur til jóla. Sóknartíðin er tíðin frá fyrsta skurð­fjalli til seinasta klippingsfjall. Um veðrið søgdu tey gomlu, at var tað ikki harðført fyri jól, varð tað ikki harðført eftir jól. Eisini varð sagt, at "jólasummar verður páskavetur", ella "svørt jól verða hvítar páskir". Var hann vestan í ættini jólanátt, merkti tað seyðadeyði. Var hann norðan í ættini jólanátt, merkti tað, at alt skuldi vera gott tað árið. Var hann sunnan í ætt­ini jólanátt, merkti tað sjúka, og var hann eystan í ættini jólanátt, merkti tað fólka­deyði ella harradeyði, men orða­takið sigur eisini, at "hvør kelling livir til jóla". Ár, tá ið fyrsti jóla­­dag­ur ber upp á sunnudag, verður nevnt gylliniár. At enda eitt jóla­orð, sum ikki bein­leið­­is hev­ur við jólini at gera; tað er orðið jólatvongur, sum merkir strá, ið standa eftir, tá ið slig­ið verður (um t.d. slóttumaðurin er óvanur við at sláa).

 

Anfinnur Johansen