Dagurin 11. november í ár, mortansmessudagur, er klippingssól. Seinni liður í hesum orði, sól, er stytting av orðinum náttsól, sum merkir 'máni'. Fyrri liður, klipping, merkir í fyrsta lagi 'tað at klippa', í øðrum lagi 'seinna fjallgonga um heystið', eisini nevnt 'klippingsfjall', og í triðja lagi 'tíðin tá ið klippingsfjallið verður gingið'. At tað eitur klipping kemst av, at tá verður doddurin kliptur ella skorin av ærseyði, sleppingarlombum og veðurlombum, ið skulu gerast upp. Tað verður gjørt til tess at kavi ikki legst á, so at seyðurin blindast. Rasmus Rasmussen sigur í bókini "Sær er siður á landi", at í klipping skuldi verða klipt, t.e. doddurin skorin av øllum gimburlombum, ið best vóru skikkað til lívseyð. Lívseyður er 'seyður, ið skal liva', mótsett drápsseyði, ið er 'seyður til at drepa ella fletta'. At klippa seyði er at klippa ullina av seyði, eisini sagt at royta. Tað verður sum kunnugt gjørt um várið, í áseyðaroyting. Onkuntíð hoyrast hesi fjøllini, áseyðaroyting og klipping, verða samanblandað. Men klipping ella klippingsfjall er seinna fjallgonga um heystið, tá ið gimburlomb og avtøkuseyður varð tikin.
Tá ið farið verður á fjall um várið at klippa seyði ella at royta hann, verður tað fjallið annaðhvørt nevnt áseyðaroyting, ullarroyting, royting, várfjall ella várgonga. Tað at klippa ella skera doddin av seyði verður eisini onkustaðni nevnt at brúsa, at brýnska, at stýva ella eisini at gera at, t.d. hevur tú gjørt at hasum lambinum, ella: ger at lambinum, áðrenn tú sleppur tí, t.e. sker ella klippir doddin av tí. Nevnt kann verða, at tann besta feitærin, ið kom í rætt í klipping, varð kallað veitær. Hana fingu húskallarnir sum framíhjáløn fyri at grava upp haga. Fyrr hildu teir eisini gildi fyri teimum, ið høvdu grivið upp haga ella hjálpt upp á bólini. Hetta gildi varð nevnt veitæragildi.
Tað er eitt gamalt orð, sum sigur, at sóknartíðin røkkur til jóla, og so langt út kundi tað líða, áðrenn klippingin øll var komin. Hetta sýnir, at sóknartíðin, sum er skurður og klipping, byrjaði fyrst í oktober ella har um leið og kundi vara o.u. tríggjar mánaðir. Fyrr var ið hvussu er ein steðgur ímillum seinasta skurðfjall og fyrsta klippingsfjall. Henda tíðin millum skurðfjall og klippingsfjall verður nevnd millum fjøllini. Við tí í huga, at ikki mátti flettast í hvørvandi sól, er tað skilligt, at steðgur mátti koma í. Teir gomlu róptu seg upp á skurðsól og klippingssól. Skurðsólin tendraði í ár fyri mánaði síðan, 13. oktober. Skurðfjøllini skuldu tí gangast í fyllandi skurðsól og klippingin í fyllandi klippingssól.
Sagt verður, at tálgin í seyði nørist til jóla. Hetta duga menn at síggja á nýrumørinum á klippingarseyði, sum flettur verður. Tað fyrsta, sum svinnur á seyði, tá ið hann svøltar, sigst vera nýrumørurin. Sagt verður eisini, at ullin á gimburlombum og ærseyði nørist eins leingi og tálgin. So tess longur seyðurin gongur út á heystið ella út á veturin, tess meira ull verður á skinninum. Tá ið ull var Føroya gull, galt um at fáa so nógva ull, sum gjørligt, og tí er tað ikki so løgið, at klippingin kundi bíða til fram undir jól.
Anfinnur Johansen