Útgivið tann: 02.11.2015
Orðið hara

Í dag 2. november er fyrsti harudagur, og tí kundi verið hóskandi at nevnt eitt sindur um orðið hara og okkurt annað, ið hevur samband við tað. Sambært løgtingslóg um haruveiðu er loyvt at skjóta haru frá 2. november til og við 31. desember. Tær fyrstu harurnar komu til Føroya í 1855. Tað vóru tvey pør, sum førd vóru úr Noregi og slept í Kirkjubøreyn, og síðan hevur haran livað í Føroyum.

 

Tað tykist av og á at vera ivi um málbrúk um haruna, og tað er ikki so løgið, tí haran er til tað ung í Føroyum. Hjá summum kann ivi vera um, annaðhvørt tað eitur at fletta, fláa ella skrædla haru, men eisini um sjálvt navnið, hvussu tað ljóðar: [ha:ra] ella [heara]. Tað seinna, [heara], kemur fyri sum rím í yrkingini "Kyndilsmessumorgun" eftir Mikkjal á Ryggi: skjótfør sum haran / hon rann yvir skaran. Hetta er ivaleyst ein roynd at laga tað at føroyskum ljóðlag, og onkustaðni siga tey so. Eisini verður onkustaðni sagt hára. Í fornmálinum var tað kallkynsorð og æt heri. Í nýíslendskum er rótstavurin eisini é [je:], men í føroyskum, donskum, norskum, svenskum, enskum, týskum o.s.fr. er rótstavurin a [ea:] ella [a:], sum eisini er tann upprunaligi. Orðið hara merkir upprunaliga 'tann gráa', og sipar tað ivaleyst til litin á hesum ferføtta djóri.

 

Í fornnorrønum er til lýsingarorðið hǫss, ið merkir 'gráur'. Orðið hara verður hildið at standa í sambandi við hetta orð. Vestantil á Nólsoynni nakað miðskeiðis millum Tjørnunes og Borðuna, tætt sunnan fyri Kergjógv og undir Kálabergi er ein stór møl, sum eitur Høsmøl, t.e. 'grámøl', tí fyrri liður í hesum navni er fornnorrøna hǫss, t.e. 'gráur'.

 

Í áðni varð nevnt, at onkustaðni verður sagt hára. Í Mykinesi er uppskrivað orðið hárarevur, sum merkir 'ein, ið stendur eftir á berum'. Um hønu, ið t.d. var rýmd av reiðrinum ella hevði mist ungarnar, kundi verða sagt: hønan er hárarevur. – Í dag verða vit hárarevar, kundi t.d. verða sagt á fjalli, tá ið nógv slapp. Eisini er heimild um, at tað stundum varð sagt ilsliga við ein: Áh, tín hárarevur! í nakað teirri somu merking sum: Áh, títt vittuggi! Hvussu hetta orðið hárarevur er hugsað ella uppkomið, er ilt at siga. Seinni liður er orðið revur, og ikki er óvanligt, at revur verður nýttur sum mynd um svik og snildir. Um fyrri liður er orðið hara, sum er ógvuliga óvist, kundi upprunamerkingin verið 'revur, ið tekur harur', men hetta eru alt bert gitingar.

 

Fram til ársskiftið er loyvt at skjóta harur, men hvussu er við revinum, er hann í Føroyum? Svarið er bæði ja og nei. – Ja, tí tá ið sólin aftur um várið er komin so høgt á himmalin, at skuggar av skýggjum síggjast á jørðini, verður sagt, at revur er komin í hagan, í Sandoynni er eisini uppskrivað orðið heiðarevur um sama fyribrigdi.

 

Anfinnur Johansen