Útgivið tann: 28.09.2018
Orðið dilkur

Mikkjalsmessa, 29. september, er til minnis um høvuðseingilin Mikael. Hesin dagur hevur eisini verið nevndur dilkadagur. Svabo sigur, at mikkjalsmessudilkur er ein góð máltíð, helst blóðmørur og kókað lambskjøt, sum siður mangastaðni var at geva húskøllum og arbeiðskonum mikkjalsmessuaftan. Nicolaj Mohr sigur, at ein dilkur er eitt gott og feitt lamb.
Orðið er til í fornmálinum, har tað merkir lamb, ella lamb, ið sýgur mammuna. Dilkur kundi eisini verða nýtt um kálvar, fyl og geitarlomb, ið súgva mammuna. Í norskum bygdarmáli finst sagnorðið at dilka, nýtt um lomb, ið fylgjast við mammuni og súgva hana. Orðið finst eisini í donskum bygdarmáli í merkingini ’súgva, geva at súgva’, og er tað skilt við orðið die og við orðið dægge ’ala heimalamb við mjólk’.
Verður farið longri aftur í orðasøguna, er orðið dilkur skylt við tað latínska sagnorðið felare ’súgva’ og navnorðini femina ’kvinna’ og filius ’sonur’, og grikska orðið thele ’móðurbróst’. Stovnurin í orðinum dilkur tykist upprunaliga at hava merkt ’súgva’ ella ’mjólka’.
Í uppskrift eftir Nicolai Mohr hava vit, sum nevnt, orðið dilkur í merkingini ’eitt gott lamb’. Tað sama sigur Robert Joensen. Úr Suðuroy hava vit uppskrift av orðinum í merkingini ’vána lamb’ – somu merking sum orðið hevur í norskum. Úr Sandoy og Skúgvoy hava vit upplýsing um, at har verður dilkur nýtt um veðurlamb. Úr Sandoy hevur dilkur eisini verið nýtt um blóðmør. Orðið dilkadrongur er eisini uppskrivað í merkingini ’gorlakkur, íspegil’.

 

Anfinnur Johansen