Útgivið tann: 03.06.2015
Norðurlendskur málfundur 2015

Norðurlendski málfundurin verður í ár í Roskilde, og tað er Dansk Sprognævn, sum skipar fyri fundinum saman við Netverkinum hjá norðurlendsku málnevndunum og Norðurlendsku málsamskipanini. Evnið í ár er, hvussu fólk í Norðurlondum samskifta málsliga, eitt nú hvussu væl tey skilja hvørt annað, tá ið tey tosa sítt egna mál, t.e. danskt, norskt ella svenskt, ella um tey heldur velja at samskifta á enskum. Og hvat gera tey, sum ikki hava eitt av skandinavisku málunum sum móðurmál, t.d. føroyskt, íslendskt og grønlendskt; velja tey at samskifta á einum av skandinavisku málunum, ella velja tey enskt?

 

Fundurin verður á Hotel Comwell í Roskilde 20. – 21. august. Heitið á fundinum er Málfatan og samskiftisatføri í Norðurlondum, og hann er ikki bara fyri málfólk, men fyri øll sum taka lut í norðurlendskum samstarvi, og sum eru sinnað at fremja samskiftið í Norðurlondum. Tekningarfreistin er 1. juli. Meira fæst at vita um fundin her.