Útgivið tann: 29.05.2015
Ráðstevna um orðabókafrøði í Norðurlondum

Í døgunum 19.–22. mai varð ráðstevna hildin á Nordisk Forskningsinstitut, Københavns Universitet Amager. Hetta er afturvendandi norðurlendsk orðabókaráðstevna, sum er annaðhvørt ár ymsa staðni í Norðurlondum.


Í ár var høvuðsevnið Tann talgildi orðabókarbrúkarin. Í tríggjar dagar vórðu fleiri ymisk øki innan høvuðsevnið viðgjørd. Máltøkni, orðabøkur á netinum, appir, brúkarakanningar og brúkaraatferð vóru millum mong temu, ið vóru til umrøðu. Ráðstevnan var skipað við fýra felags fyrilestrum umframt 38 fyrilestrum, sum vórðu hildnir tveir og tveir samstundis, soleiðis at áhoyrararnir høvdu tveir at velja ímillum hvørja ferð.


Fyriskiparar hesa ferð vóru Ømålsordbogen, Nordisk Forskningsinstitut í samstarvi við Norðurlendskt felag fyri orðabókagerð. Nordplus stuðlaði ráðstevnuni.


Úr Føroyum luttóku Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, og Kristin Magnussen, málfrøðingur í Málráðnum.


Komandi ráðstevna verður hildin í mai 2017 í Reykjavík.


Kristin Magnussen