Útgivið tann: 16.03.2016
Páskaorð

Fleiri av døgunum í vikuni fyri páskir hava serstakt navn við serstøkum týdningi. Á ein­um kirkjufundi í Nikea í árinum 325 varð ásett, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnu­dag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir vár­javn­døg­ur, um fullmáni er henda dag. Tað fyrsta, páskadagur kann vera, er 22. mars, tað síðsta 25. apríl.

 

Dymbildagavikan

Vikan fyri páskir eitur sum flestum kunnugt dymbildagavikan, ofta stutt sagt "dimmildavikan" ella "dimm­aldavikan". Hesa vikuna skuldi vera kvirt og friðarligt, ja, ljóð­ið í kirkjuklokkunum skuldi eisini doyvast. Til tess vórðu vanligu jarnkúlvarnir í klokk­un­um umskiftir við trækúlvar. Ein sovorðin træ­kúlvur varð kallaður dymbil, tí at hann gjørdi ljóð­ið “dumbari”, ‘doyvdari’ enn vant við jarn­kúlv­in­um. Summi eru eftir útlendskari fyrimynd far­in at kalla dymbildagavikuna "stillu vikuna" ella eisini "páska­vikuna", men tað gamla er, at páskavikan er tann vikan, sum tekur við páskadag. Vit kvøða um Elin­borg og ternur hennara, at "fríggjadagin í páskaviku fóru tær út í hav" – ódømi hevði tað verið, um tær hildu avstað langa sjóferð sjálvan langafríggjadag! Nóg galið – ið hvussu er eftir seinni tíðar hugs­anarhátti – at tær fóru ein fríggjadag!

 

Pálmasunnudagur

Dymbildagavikan byrjar við pálmasunnu­degi, sum hevur navn eftir fagnaðinum, sum Jesus fekk við inn­reiðina í Jerúsa­lem, tá ið fólkið veittraði við pálmagreinum. Siðurin at bera pálmagreinar í skrúð­gong­um henda dagin helt sær leingi í kirkjuni, eisini í Norðurlondum, men har vóru pálm­ar ikki at fáa fatur á av natúrligum grundum. Tey høvdu tá pílagreinar í staðin, og píla­við­ur var tí eisini kallaður pálmi, eisini her hjá okkum. So eru tað hinir báðir heiligdagarnir í dymbildagaviku: skírhósdagur /skujris-/ og langafríggja­dag­ur.

 

Skírhósdagur

Fyrsti liður í orðinum skírhósdagur er stovnurin í lýsingarorðinum skírur, ið merkir ‘rein­ur’. Frá­greið­ing­in skal vera, at fólkið hevur fingið reinsan fyri syndir sínar eftir ta longu føst­una, men hugsandi er eisini, at sipað verður til fótatváttin gitna henda dagin. Hetta orðið leið­ir hugan at sagnorðinum at skíra, sum upprunaliga hevur merkt at ‘reinsa’, ‘gera reinan’, men sum seinni fær merkingina at ‘doypa’. Navnorðið er skírn. Av tí at navngáva fylgdi barnadópinum, kom tað eis­ini at merkja at ‘nevna, geva navn’. Soleiðis kom upp orðið skírnarnavn um sjálvt navnið á fólki, tað, sum nú vanliga verð­ur nevnt fornavn. Seinni lækkar sagnorðið at skíra nógv í virði og fær ta nú vanligu merkingina at ‘eyk­nevna, geva eyknevni’. Hetta orðið verður skriv­að við fyrra í’i og ikki við seinna ý’i, sum onkun­tíð sæst í bløðum. At skýra við seinna ý’i er sjáld­samt orð, ið merkir at ‘greiða frá, at upplýsa’.

 

Langafríggjadagur

Langafríggjadag­ur hevur navnið hjá sær. Hann hevur tókst langligur av tí sorgarlag, sum yvir honum hvíldi, tí hann var hildin til minnis um pínslu og krossfesting Krists. Her skal eis­ini verða nevnt, at leygar­dagurin í dymbildagavikuni eitur leygardagurin reyði. Men tað er ikki nógv, ið vit hava upp­skriv­að um hetta navn. At tað er fyrnd­argamalt, er einki at ivast í, tað ber sniðið við lýsingarorðinum eftir­settum boð um. Tað vil so merki­liga til, at einki samsvarandi navn á hesum degi er at finna í granna­londum okk­ara, ið hvussu er sum vit enn vita, so føroyingar tykjast vera einsamallir um hetta navn­ið. Úr Danmørk vita vit annars, at dag­­ar í dymbildagavikuni kundu hava nøvn við litorðum. Soleiðis æt mánadagurin blå mandag, av tí at altarini í kirkj­un­um vórðu skrýdd við bláum klæði, týs­dag­urin varð nevndur hvide tirsdag, men einki er har til skjals um samsvarandi navn á leygardegnum, tað vit vita.

 

Páskir

Páskir er kvenn­kyns­orð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum hoyrist so mangan. Tí eiga vit av røttum at siga eitt nú gleðiligar páskir og ikki "gleðilig páskir", eg var og ferðaðist um páskirnar og ikki "um pásk­ini". Vert er at nevna, at í fornum norrønum máli var tað kallkynsorð í fleirtali pásk­ar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eis­ini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliu­søgu­verk­inum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stend­ur undir 1. Mósebók "laugardaginn fyrir pásk­ir", t.e. "leygardagin fyri páskir", sum vit høvdu sagt tað. Á nútíðaríslendskum er tað kallkynsorð pásk­ar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini? Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er tøku­orð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnan­eftir við krist­in­dóm­in­um. Tað er komið um grikskt og latín úr hebráiskum máli, tí máli, sum Gamla testa­menti er skrivað á, har tað æt pesach og merkti ‘páskalamb’. Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýð­ingum var at eta páskalambið. "Fegin verður muður mín at fáa feskan lambsdrunn fyrsta páska­morgun" eitur tað í einum skjaldri okkara. Tað hevur verið kærkomið aftan á langaføstu við ong­um kjøti. Jú, vit kenna eisini úr einum øðrum skjaldri, at grýlan skuldi koma eftir børn­um, sum gráta eftir kjøti í føstu. Kjøtát í føstu voldi sum kunnugt, at Gæsa í Kirkjubø eftir søgnini varð av við alla jørð sína og sleit tað, sum eftir var av ævi síni vestur í Gásadali. Løg­ið er, at páskanavnið, sum er í øllum norðurlandamálum, ikki hevur rinið við heimsmálini bæði týskt og enskt. Á týskum eita páskir Ostern og á enskum easter. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri vár­inum. Tað er skylt millum annað við ættar­navnið eystur, har sum sólin kemur upp. Upp­runa­merk­ing­in er ‘ljós, bjartleiki’. Há­tíð­ar­hald­ið hevur frá fyrndini verið til at fagna várinum og hinum vakn­andi gróðrinum. Tí man egg­ið, ímyndin av lívsmegi og gróðursemi, enn hava so stórt pláss í páska­haldi okkara. At rulla páskaregg annan páskadag er siður, sum man vera uttaneftir komin í upp á seg nýggj­ari tíð.

 

Anfinnur Johansen