Útgivið tann: 01.03.2017
Føsta

Nú er føstan ella langaføstan byrjað, hon sum á gomlum norrønum máli æt langafasta ella sjauviknafasta, tí at hon vardi í sjey vikur. Gamla føroyska navnið langaføsta man vera til at skilja hana frá jólaføstuni, sum var hin styttra, fýra vikur til longdar. Satt at siga hava vit ikki nógvar heimildir um føroyska orðið langaføsta sum navn á føstuni. Í álmanakkanum, sum H.N. Jacobsens Bókahandil gevur út á hvørjum ári, stendur orðið við sama dag sum føstuinngangur, t.e. sunnudagin í føstuinngangi. Annars er tað einasta trygga dømi í orðasavninum á Føroyamálsdeildini úr tingbókini 1659, har sum stendur, at tað, sum rættarmálið var um, hendi "om Marremesse i Langefaste", t.e. "á mariumessu í langaføstu". Tó at hetta er skrivað á donskum, fær eingin ivi verið um, at tað er føroyskt, sum liggur undir, serliga tí, at tað er beinleiðis upptikið eftir tí, sum ein genta í Leirvík vitnar um.


Í tí elstu kristnu kirkjuni var langi fríggjadagur fyrsti føstudagur, og tá varð fastað frá fríggjadegi seinnapart til sunnumorgun, eins leingi og Jesus lá í grøvini, 40 tímar. Seinni, í 4. øld, varð føstan ásett til at vara 40 dagar. Talið 40, ið gongur aftur her, hevur samband við fleiri hendingar í Bíbliuni. Til fólkið í Nineve varð sagt, at um 40 dagar skuldi býurin verða lagdur í oyði. Tey fastaðu tí, fyri at hetta ikki skuldi henda. Móses bragdaði hvørki vátt ella turt í 40 dagar og 40 nætur á Sinai fjalli, áðrenn hann fekk talvurnar við teimum 10 boðunum. Og áðrenn Jesus byrjaði gerning sín, varð hann doyptur av Jóhannesi og av andanum førdur niðan í oyðimørkina at verða freistaður av djevlinum, og tá ið hann hevði fastað 40 dagar og 40 nætur, hungraði hann til endans. Føstugangssunnudagur kann í fyrsta lagi vera 1. februar og í seinasta lagi 7. mars. Føstugangur er fyrsta sunnudag eftir fyrstu tendring eftir kyndilsmessu.


Á føroyskum hevur orðið langaføsta tíðliga fingið aðra merking, sum helst hevur trokað hina burtur. Talað var um at ganga langaføsta í somu merking, sum vit nú tala um at ganga grýla. Longu Svabo, sum aloftast er okkara elsta vitni um føroysk orð, hevur bert hetta at siga um orðið langaføsta: ‘Bussemand, hvormed man skræmmer Børn i Fasten’. Hammershaimb greiðir soleiðis frá í yvirliti sínum yvir føroyskar siðir og leikir í Antiquarisk tidsskrift 1849-51, endurprentað í bókini "Savni" á bls. 190: "Ved fastelavnstider bruger man endnu som en levning fra den katholske tid at udpynte sig som et skræmsel med maske for ansigtet, halen af tang o. lign. Den, der er således udpyntet, kaldes langaføsta; Langefasten går rundt i husene og kvæder med fordrejet mæle: Oman kemur grýla frá gørðum / við fjøruti hølum, / bjølg á baki, skálm í hendi, / kemur at kryvja búkin úr børnunum, ið gráta eftir kjøti í føstu. – Man må da give "grylen" lidt kød i posen, at den ej skal iværksætte truslen". Tað sum Hammershaimb nevnir skálm, hava onnur sum skølm. Báðir formar eru til í norrønum, og merkingin er ‘stórur knívur el. svørð’. Men nú man tað valla eita longur at ganga langaføsta. Tað vanliga er nú at siga at ganga grýla. Nógv eru av gáloysni farin at siga at "ganga grýlu", men tað verður ikki hildið at vera rætt sagt. Ein gongur grýla t.e. "sum grýla", og tað gevur onga meining at lata orðið vera ávirki fyri at ganga. Tað ber ikki til at "ganga eina grýlu" – tað skuldi verið lætt at skilja. Hetta kann so eftir gomlum siði byrja týskvøldið, sum eitur grýlukvøld. Í Mykinesi eitur tað óttarskvøld.


Hvat er so hetta merkiliga orðið grýla, og er tað kent í øðrum málum enn føroyskum. Tí er at svara, at hetta er vestanorð burturav, er ikki, tað vit vita, varðveitt í norðurlandamálum inni á meginlandi, men stakdømi eru funnin í norskum bókmentum úr miðøld. Í seinni tíð er tað bert kent í íslendskum, føroyskum og hetlendskum. Í íslendskum fornsøgum kemur orðið stundum fyri um ræðumynd av einumhvørjum slag, og merkiligt er, at fyrri partur av Sverris søgu gongur undir navninum "Grýla" – í innganginum at søguni stendur, leysliga týtt: "kallaðu menn tí hin fyrra lut bókarinnar Grýlu, at mangir menn søgdu, at tá evnaðist nakar ótti ella ræðsla". Úr Snorra Eddu vita vit, at grýla hevur verið trøllkonuheiti. Eisini eru dømi um, at revur hevur verið kallaður grýla í fornum máli. Frágreiðing um tað stendur í gomlu norsku Homiliubókini, t.e. prædikusavni frá um 1200. Har stendur, leysliga týtt: "lærdir menn ræða oss við helviti, siga teir, sum kona ræðir barn sítt: Tegi tú barn! sigur hon, eg sleppi revinum eftir tær, um tú tegir ikki". At ræða børn tykist hava verið fastur táttur í uppalingini fyrr víða um. Í Íslandi eru herviligar søgur um Grýlu, sum var av ljótastu gívrum. Í einum skjaldri stendur um hana: "Grýla reið fyri oman garð, / hevði halar fimtan, / men á hvørjum hala hundrað bjølgir, / og í hvørjum bjølgi tjúgu børn". Hevði okkara grýla fleiri halar, so vann hin íslendska við bjølgunum. Meðan okkara hjálptist við ein, hevði hin íslendska 100, og 20 børn í hvørjum. Hon hevði mann, sum æt Leppalúði, og tað merkir nakað tað sama sum kloddavætti. Børnini áttu tey tjúgu, sigur søgan, og mundu tey bregða til foreldrini, ið hvussu er eftir nøvnunum at døma. Umframt hesi tjúgu børn siga aðrar søgur, at tey áttu 13 synir, sum vanliga vóru kallaðir jólasveinar. Hetta vóru ongar fittar jólavættrar, sum okkara tíðar handilsmentan plagar at mana fram fyri okkum, men ringastu óvætti, ið gjørdu fólki ónáðir á ymsan hátt, serliga við at nápa burtur av tí góða jólamatinum. Men seinastu árini hevur handilsskapurin eisini snákað og fínka teir, so at teir nú eru farnir at bregða úr ætt og heldur eru farnir at sipast aftur at altjóða jólamanninum, ið skal vera ættaður frá sankta Niklasi sála biskupi á Mýri í Lítlu Ásiu. Sum nevnt var grýlan eisini kend í Hetlandi. Í teirri virðismiklu orðabókini um norrøna málið í Hetlandi eftir dr. Jakobsen stendur um grøli ella grølek, at tað var eitt trøll ella ræða, fyrst og fremst ræða børn við, eitt serligt slag av trøllkonu, og síðan, sum í Føroyum, eitt, ið gongur grýluklætt við gekkaskorti upp fyri eyguni. Klæðini vóru ofta flættað úr hálmi. Hetta varð helst ikki gjørt so nógv í føstuni, men ymsar mishalgidagar um veturin. So var grøli eisini navn á kavamanni ella snjókelling, sum tað æt fyrr.


Men hvør er so upprunin at hesum orðinum grýla, sum vit úti í havinum eru einsamøll um í Norðurlondum. Til at finna skyld orð mega vit suður í týskt: orð sum grauen at ‘ræðast’ og Greuel ‘ræðsla, vaml’. Orðini gru, grue og gruelig, sum vit kenna í donskum, eru ikki upprunalig har, men eru sum so mong onnur komin úr týskum, og tá sjálvandi úr lágtýskum ella norðurtýskum. Grúiligur, serliga kent sum hjáorð grúiliga, er í seinni tíð komið inn í føroyskt úr donskum. Her kann til stuttleika verða nevnt, at William Heinesen hevur við hugfloygdu søgu síni Grylen gjørt orðið kent í donskum og harvið eisini í norskum, tí í norskari týðing eftir Ivar Eskeland eitur søgan Gryla. Nú man handilsskapurin eisini hava lagt okkara grýlu undir seg. Nú síggjast sjáldan uttan keyptir gekkaskortar úr plasti. Teir mátti hvør gera sær sjálvum fyrr, og tað var ein ikki so lítil partur av stuttleikanum. Mangan vóru teir ótespiligir at síggja eins og klæðini øll. Orðið grýla gongur aftur í nýggja orðinum grýluveitsla fyri ‘karneval’. Tað man óivað fyrst vera komið upp millum føroyingar í Keypmannahavn sum so mangt annað nýtt, sum nú er dagligt mál. Nú er vist tann broyting komin, helst uttaneftir við, at grýlugongan byrjar longu mánadagin í føstugangi ella fastalávintsmánadag, sum vit siga nú. Tann dagurin var tann síðsti, ið dansað varð á vetrinum, áðrenn føstan kom. Orðið fastalávint er komið úr donskum, hagar tað er komið úr lágtýskum fastelavent ‘føstuaftan’ – aftan í merkingini ‘dagurin fyri eina høgtíð’, sum t.d. jólaaftan. Orðið føstulávint, sum nú er vanligt, ið hvussu er í skrift, er úrslit av seinni tíðar roynd at geva orðinum eitt føroyskari snið.


Føstan byrjaði av álvara øskudagin, tað er mikudagin. Tað æt eisini øskuóðinsdagr á gomlum máli og eitur so í skandinavisku málunum. Øskudagur er týðing av latínskum dies cineris – cinis merkir øsku á latíni. Navnið kemur av gomlum katólskum siði at stroya sær øsku í hárið, sum er gamalt tekin um iðran og bót. Føstan var jú ein døpur og álvarsom tíð, sum setti sín dám bæði á atburð og matarhald. T.d. var ikki loyvt at eta kjøt í føstuni, sum m.a. skilst av grýluørindi okkara. Úr Norðuroyggjum vita vit, at tey fingu sær fjørumat øskudag, og tað skuldi verið lagamanni, tí hesa tíðina er vanliga harður streymur ella mysing og tí høg fjøra.

 

Anfinnur Johansen