Málslig ráðgeving
15.03.2024

Móðurmálsdagur 2024

Í Føroyum tosa vit føroyskt. Men tað er ikki ein fjarur tanki at hugsa sær, at vit tosaðu danskt í Føroyum. Tí danskt var einaferð við at troka føroyskt burtur. Í Hetlandi megnaðu tey ikki at standa ímóti trýstinum frá enskum, og norn - teirra móðurmál - doyði út. Nú er danskt ikki avbjóðingin hjá okkum longur, men enskt. Vit mugu ikki enda í somu støðu sum hetlendingar.

Á móðurmálsdegnum koma vit saman at umrøða viðurskifti, sum eru málinum at gagni. Eitt nú fáa vit okkara fyrstu almennu stavsetingarorðabók, og har verða framløgur, hugleiðingar, skemtilig innsløg og góður føroyskur tónleikur. Teknmálstulkur er sjálvandi eisini við á degnum.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Skráin*

16.00 - Vælkomin, Solby Christiansdóttir
16.05 - Útgávutiltakið verður sett, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna
16.15 - Tónleikur, Knút H. Eysturstein
16.25 - Nýggja Stavsetingarorðabókin - útgávutiltak: Helena Kannuberg og Randi Kúrberg, forkvinnur í Málráðnum
16.30 - ”Hammershaimb, stavseting og skriftmál”, Theodor E. D. Olsen, málráðslimur vegna Javnstøðunevndina og umboð í Orðabókagrunninum
16.40 - Tónleikur, Knút H. Eysturstein
16.45 - ”Stavsetingarorðabókin nú og frameftir”, Kristin M. Magnussen, orðabókarritstjóri
16.55 - Rættlesarar verða heiðraðir fyri arbeiðið við Stavsetingarorðabókini

17.00 - Málráðið og Føroyamál bjóða okkurt stuttflutt undir tonna

18:00 - Stevnan verður sett, Djóni N. Joensen, landsstýrismaður
18.15 - Tónleikur, Rani Nolsøe
18.20 - ”Um at geva øllum lut í felagsskapinum á netinum”, Maybritt við Strond og Sjúrður Gullbein
18:40 - Føroyskt yrkismál, Marjun A. Simonsen

Steðgur

19.10 - Sjey ymisk innsløg:
- ”Óli P og málið. Hvussu keipaði Óli ð’ið?”, Óluva Klettskarð
- Rithøvundavitjanir, Gunrið Kallsberg
- Hugleiðingar um føroyska málið, Benjamin Tausen á Lava
- Týðing, Beinir Bergsson
- Vit er ein app, KVF
- At ritstjórna, Vencil
- Skemt, Kristian Martin Petersen
20.05 - Tónleikur, Brakið, Ingmar Berg Mikkelsen stjórnar


Stigtakarar eru Føroyamál, Málráðið, Nám, Bókadeildin, Føroyar lesa og Vencil.

*Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni.