Málslig ráðgeving
Site logo
07.07.2023

Randi Kúrberg tekur við sum forkvinna

Nú verandi Málráð hevur virkað í skjótt tvey ár, og skeiðið tí er hálvrunnið, hevur vaktarskifti verið.

1. juli loysti Randi Kúrberg Helenu Kannuberg av, soleiðis at Randi er forkvinna og Helena varaforkvinna.Talan er ikki um kollveltandi broyting, men bara at tær skifta um leiklut og halda fram við tí samstarvi, sum er komið í lag seinastu tvey árini. Tær hava í felag røkt uppgávuna "at hava umsjón við stovninum", sum tað eitur í lógini um Málráð.