Málslig ráðgeving
23.03.2023

Móðurmálsdagurin: Kom og spæl Kahoot

Aftur í ár skipa Málráðið og Føroyar lesa fyri Kahoot-spurnarkapping á móðurmálsdegnum. Av tí at dagurin hesa ferð fellur á ein leygardag, spæla vit fríggjadagin 24. mars kl. 12. 

 

Seinastu tvey árini hava Málráðið og Føroyar lesa skipað fyri væl umtóktum spurnarkappingum um móðurmálið á móðurmálsdegnum. Hetta fara vit at royna aftur í ár. 

 

Soleiðis gert tú fyri at taka lut: 

- tak appina Kahoot! niður á telefonina, um tú ikki nýtir teldu

- fríggjadagin 24. mars fert tú inn á facebooksíðuna hjá Føroyar lesa, har tú finnur kotuna fyri at luttaka

- skriva kotuna í appina undir pinkotu

- skriva títt fullfíggjaða navn

- so er klárt at spæla.

 

Vinnarin sær á sínum skíggja, um hann/hon hevur vunnið og boðar okkum frá á samband@føroyarlesa.fo ella á telefon 555183.

 

Vinnararnir í kappingini kunnu gleða seg til at vinna ein bókapakka frá Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotanum og Ungu Føroyar. 

 

Málráðið og Føroyar lesa