Málslig ráðgeving
19.12.2022

Stuttflutt er ársins orð

Stuttflutt, ella stuttfluttur, sum tað eitur sum leitorð, er ársins orð. Orðið varð kosið í beinleiðis útvarpssending burtur úr einum úrvali av góðum boðum frá lurtarum hjá Góðan morgun Føroyar. Tað er Lena Reinert, ið hevur smíðað orðið, og ein áhugaverd samrøða við Lenu er at hoyra her. Hetta lýsingarorðið bendist sum onnur í samsvari við navnorðið, sum tað lýsir, t.d. stuttfluttar matvørur og stuttflutt innbúgv.