Útgivið tann: 20.12.2023
Í HVØRJUM LÍKI ER ÁRSINS ORÐ?
Skrivað hevur: Kristin Magnussen
Ársins orð 2023 er VITLÍKI. Síðan 2016 hevur KvF skipað fyri at kjósa ársins orð. Í ár umboðaði dómsnevndin Føroysk Miðlafólk, Málráðið og Føroyamál. Dómsnevndin fekk 10 orð, útvald úr einum størri lista av orðum, ið send vóru inn til facebook-síðuna…
Les meira »
Útgivið tann: 23.11.2023
Málsligur ráðgevi til Málráðið
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Søkt verður eftir málsligum ráðgeva til Málráðið til setanar skjótast gjørligt. Talan er um farloyvisstarv í eitt ár til 15. februar 2025. Starvið fevnir í høvuðsheitum um:at veita málsliga ráðgevingat leggja tilfar á heimasíðu og sosialar miðlarat g…
Les meira »
Útgivið tann: 07.11.2023
TELEFONTÍÐIN HJÁ MÁLRÁÐNUM LONGD: 9-14, MÁN-FRÍ
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Les meira »
Útgivið tann: 02.05.2023
Landsstýriskvinnan á vitjan
Skrivað hevur: Helena Kannuberg
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í Almanna- og mentamálum, var fríggjadagin hin 28. apríl 2023 á almennari vitjan hjá Málráðnum. Fín vitjan í Reins húsi, tá ið Málráðið og Málstovan fingu Sirið Stenberg við fylgi á vitjan. Hetta er okkum vitandi fyr…
Les meira »
Útgivið tann: 04.04.2023
Ársfrágreiðing 2022
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Nýggjasta ársfrágreiðingin hjá Málráðnum er nú tøk og umrøðir m.a. fastar samsýningar, økta starvsbrotið á Málstovuni, arbeiðið við Stavsetingarorðabókini og eftirmetingina av Málráðnum. Árið 2022 hevur verið eitt hendingarríkt ár í Málráðnum frá fyr…
Les meira »
Útgivið tann: 23.03.2023
Móðurmálsdagurin: Kom og spæl Kahoot
Skrivað hevur: Helena Kannuberg
Aftur í ár skipa Málráðið og Føroyar lesa fyri Kahoot-spurnarkapping á móðurmálsdegnum. Av tí at dagurin hesa ferð fellur á ein leygardag, spæla vit fríggjadagin 24. mars kl. 12.  Seinastu tvey árini hava Málráðið og Føroyar lesa skipað fyri væl umtó…
Les meira »
Útgivið tann: 21.01.2023
Málráðið stuðlar teknmálsorðabók
Skrivað hevur: Helena Kannuberg
Í fíggjarlógini fyri 2022 vóru 100.000 kr. játtaðar til føroyskt teknmál. Málráðið hevur valt at nýta upphæddina til at stuðla arbeiðinum at gera talgilda føroyska teknmálsorðabók. Síðan 2017 hevði føroyskt teknmál verið viðurkent sum føroyskt mál. H…
Les meira »
Útgivið tann: 19.12.2022
Stuttflutt er ársins orð
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Stuttflutt, ella stuttfluttur, sum tað eitur sum leitorð, er ársins orð. Orðið varð kosið í beinleiðis útvarpssending burtur úr einum úrvali av góðum boðum frá lurtarum hjá Góðan morgun Føroyar. Tað er Lena Reinert, ið hevur smíðað orðið, og ein áhug…
Les meira »
Útgivið tann: 08.09.2022
Hvat er hent í Málráðnum eftir 365 dagar?
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Nýggja Málráðið, sum tók við eftir summarsteðgin í fjør, var av sonnum nýtt, tí bara ein limur, Elin Henriksen, úr undanfarna Ráði helt fram. Tíbetur kom hon í starvsnevndina og kundi vera eitt slag av alfrøði fyri tey nýggju og siga, hvussu undanfar…
Les meira »
Útgivið tann: 02.08.2022
Ársfrágreiðing 2021
Skrivað hevur: Kristin Magnussen
Við hesum er fyrsta árið hjá sitandi Málráði farið aftur um bak. Hetta hevur verið eitt spennandi og læruríkt ár. Stór útskifting hevur verið í Málráðnum, og tað hevur ført við sær, at tað frá byrjan var nógv hjá ráðslimunum at kunna seg um. Við holl…
Les meira »
Útgivið tann: 05.01.2022
Sammóðir er ársins orð 2021
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Sammóðir gjørdist ársins orð 2021. Hetta varð avdúkað í morgunsendingini Góðan morgun, Føroyar hin 17. des.Øll trý í dómsnevndini, sum vóru Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Før…
Les meira »
Útgivið tann: 26.04.2021
Nýggj áseting
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Orðið valdstøka verður nú viðurkent, og Málstovan hevur lagt tað aftur at Nýggjorðalistanum á malrad.fo.Hugtøkini neyðtøka og valdstøka verða málsliga javnsett, og bæði verða við í Stavsetingarorðabókini, sum er í gerð.
Les meira »
Útgivið tann: 07.12.2020
Sóttarhald er ársins orð
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Í beinleiðis útvarpssending fríggjamorgunin 4. desembur varð sóttarhald kosið ársins orð 2020. Gestirnir í útvarpsstovuni komu ásamt um orðið, eftir at trý onnur vóru umrødd: korona, frástøða og fjarundirvísing. Orðið sóttarhald stóð longu til reiðar…
Les meira »
Útgivið tann: 24.09.2020
Broyting í faðirsnøvnum
Skrivað hevur: Henry á Fríðriksmørk
Góðu føroyingar! 10. septembur í ár gjørdi Málráðið av, at til ber at varðveita dupult hjáljóð í faðirsnøvnum. Vanliga fellur dupult hjáljóð burtur framman fyri eitt triðja hjáljóð í hvørsfalsendingum, men nú ber til at fáa sær faðirsnavn, har hetta…
Les meira »
Útgivið tann: 29.06.2020
Fráfaringarløta fyri Mariusi Staksberg
Skrivað hevur: Kristin Magnussen
Heilsan til Marius Staksberg, nú hann fór úr starvinum sum skrivari í Málráðnum.  (...)  Alt, ið fer at útdýpa mannasál, skal berast fram; 
men tað, ið ber, 
er okkara føðimál.- 
Lat nýtt og gamalt berjast, 
lat gamlar gøtur herjast, 
lat allar vilja…
Les meira »
Útgivið tann: 16.04.2020
Heilsan til Jonhard Mikkelsen
Skrivað hevur: Kristin Magnussen
Jonhard Mikkelsen fekk íslendska mentanarvirðisløn, nú ið íslendingar hátíðarhildu 90 ára dag Vigdísar Finnbogadóttur, fyrrverandi forseta Íslands.Tað er ein nýggj altjóða mentanarvirðisløn, sum íslendska stjórnin, Háskóli Íslands og stovnur Vigdísar…
Les meira »
Útgivið tann: 16.03.2020
Korona
Skrivað hevur: Kristin Magnussen
Orðið korona gjørdist kent her á landi í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars 2015, tá ið tey, ið vóru so heppin at vera stødd har, sum tað var klárt, sóu ein lýsandi ring rundan um sólina, sum sjálv var fjald aftan fyri mánan. Tað var koronuna, vit…
Les meira »
Útgivið tann: 14.02.2020
Føsta
Skrivað hevur: Marius Staksberg
Nú er føstan ella langaføstan byrjað, hon sum á gomlum norrønum máli æt langafasta ella sjauviknafasta, tí at hon vardi í sjey vikur. Gamla føroyska navnið langaføsta man vera til at skilja hana frá jólaføstuni, sum var hin styttra, fýra vikur til lo…
Les meira »
Útgivið tann: 11.10.2019
Hvussu skriva vit tøl?
Skrivað hevur: Kristin Magnussen
Í føroyskum hava vit tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fjøruti, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og tey yngru: tretivu, hálvtrýssinstjúgu ella hálvtrýss, trýssinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs, fýrsinstjúgu ella…
Les meira »
Útgivið tann: 16.04.2019
Páskaorð
Skrivað hevur: Marius Staksberg
Fleiri av døgunum í vikuni fyri páskir hava serstakt navn við serstøkum týdningi. Á ein­um kirkjufundi í Nikea í árinum 325 varð ásett, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnu­dag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir vár…
Les meira »