Aktuella hornið
Orðið neyðtøka
Í seinastuni hevur kjak tikið seg upp um orðið neyðtøka, da. voldtægt, en. rape, og um tað hóskar við innihaldið. Málstovan er spurd um orðið fyri ikki so langari tíð síðan, og vit fara her at endurgeva svarið, sum í hvussu er sigur nakað um upprunan at orðinum, og sum sæst… Les meira »
25. mars er móðurmálsdagur
Vit eiga øll móðurmálið, og vit hava tað við okkum í flestum lutum hvønn dag, men 25. mars varpa vit serligt ljós á móðurmálið. Vit halda móðurmálsdag á føðingardegi V.U. Hammershaimbs, sum var føddur 25. mars í 1819. V.U. Hammershaimb var málsligur undangongumaður og slóðbr… Les meira »
28.09.2018
Orðið dilkur
Mikkjalsmessa, 29. september, er til minnis um høvuðseingilin Mikael. Hesin dagur hevur eisini verið nevndur dilkadagur. Svabo sigur, at mikkjalsmessudilkur er ein góð máltíð, helst blóðmørur og kókað lambskjøt, sum siður mangastaðni var at geva húskøllum og arbeiðskonum mikkjalsmessuaftan. Nicolaj Mohr sigur, at ein dilkur er eitt gott og feitt lamb.
Orðið er til í fornmálinum, har tað merkir la…
Les meira »
11.09.2018
Orðið veðrur
Vaksin seyður av kallkyni (mótsett ær) eitur sum kunnugt veðrur á føroyskum. Umframt henda orðformin hava vit í føroyskum eisini tveir aðrar: veðri og veður. Elstur av hesum trimum er veður (av fornnorrønum veðr), sum nú man vera mest sum burturdeyður í livandi máli. Hin vanligasti orðformurin nú er veðrur, og tann veikt bendi og staðbundni orðformurin veðri er ein síðuformur til henda.
Viðvíkjand…
Les meira »