Máltáttur
Nøvn á handlum – Hon og hann (Jógvan í Lon Jacobsen)
Reglur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Teldubræv (Marius Staksberg)
Tilhangari (Marius Staksberg)
Fýrati (Marius Staksberg)
Veðurlag (Marius Staksberg)
Samsvar (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Samtøkunøvn (Jeffrei Henriksen)
Umsagnarliður (Jeffrei Henriksen)
Tað, hetta, hatta (Jeffrei Henriksen)
Ytri banki og Eystari landsrættur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Yvir fyri > fyri blaðnum; til + hvørsfall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Ilt er at binda hund við smørleyp (Jógvan í Lon Jacobsen)
Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Kervi (Marius Staksberg)
Hurð og dyr (Marius Staksberg)
Hjá fyri á og í (Marius Staksberg)
Naggatódn (Marius Staksberg)
Burturúrløga (Jeffrei Henriksen)
Atdráttur (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Føll (Jeffrei Henriksen)
Mát (Jeffrei Henriksen)
Kanóntilboð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Slept upp á fjall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Skræða, skrædna (Jógvan í Lon Jacobsen)
Jól (Jógvan í Lon Jacobsen)
Inn – innar, út - uttar (Marius Staksberg)
Eitt hús ella eini hús (Marius Staksberg)
Talorð + ár (Marius Staksberg)
Mans ella menn (Marius Staksberg)
Dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Tíðarhjáliður fremstur (Jeffrei Henriksen)
Skeiv dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Samanfall (Jeffrei Henriksen)
Tolsøgn (Jeffrei Henriksen)
Krás (Jógvan í Lon Jacobsen)
Gita (Jógvan í Lon Jacobsen)
Oyggjarnar (Jógvan í Lon Jacobsen)
Leggja oyra til (Jógvan í Lon Jacobsen)
Báðir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Vælkomin (Marius Staksberg)
Mánaður (Marius Staksberg)
Tvinnir (Marius Staksberg)
Annar og næsti (Marius Staksberg)
At snara og at rura (Jeffrei Henriksen)
At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Avmarkað og óavmarkað (Jeffrei Henriksen)
At vaska (Jeffrei Henriksen)
Fyrri hálvleikur (Jógvan í Lon Jacobsen)
At koma best frá byrjan (Jógvan í Lon Jacobsen)
At tosa ítrótt (Jógvan í Lon Jacobsen)
Um týðiligan og ótýðiligan framburð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Lesiframburður (Jógvan í Lon Jacobsen)
Útgivið tann: 08.01.2014
Røkka ella støkka (Marius Staksberg)
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Tað er vanligt, at orðafelli verða lánt úr einum máli í annað, sbr. ein dropi í havinum, sum eisini finst í donskum: en dråbe i havet og í enskum: a drop in the ocean. Men tá ið vit hava orðafelli frammanundan í málinum, sum byggja á heimliga grund, er eingin orsøk til at taka við teimum fremmandu, tvørturímóti. Í sambandi við orðafellið sum sild í tunnu, sum kemur úr donskum: som sild i en tønde, hevur onkuntíð verið víst á, at vit hava eitt føroyskt orðafelli við nett somu merking, nevniliga sum seyður í rætt, so hví ikki heldur brúka tað. Men við hvørt verður tikið við tílíkum orðafellum, vanliga úr donskum, uttan at týðingin er serliga væleydnað. Eitt dømi er bera ella bresta, sum verður sagt, tá ið hidið verður, at nú er seinasti møguleiki, og at ein seinasta roynd eigur at gerast. Hetta er danska orðafellið briste eller bære, sum er sera leysliga týtt til føroyskt. Orðið briste merkir m.a. 'slitna, støkka', meðan bære eitt nú merkir 'halda'. Her hava vit eitt føroyskt orðafelli: røkka ella støkka við somu merking sum tað danska, so hví ikki siga: "Nú má røkka ella støkka" heldur enn: "Nú má bera ella bresta."