Útgivið tann: 13.01.2014
Ilt er at binda hund við smørleyp (Jógvan í Lon Jacobsen)
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Mangan hoyra vit politikarar taka til, at tað er sum at lata revin ansa gæsnum. Orðatakið er danskt í føroyskum hami. Vit hava eitt føroyskt orðatak, sum sigur akkurát tað sama: Ilt er at binda hund við smørleyp, sum gamaní er frá eini farnari tíð, men tað tykist so hugnaligt og heimligt í sínum klangi. Seta vit hundin at ansa eftir smørleypinum, etur gavstrikkurin bara smørið.