Máltáttur
Nøvn á handlum – Hon og hann (Jógvan í Lon Jacobsen)
Reglur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Teldubræv (Marius Staksberg)
Fýrati (Marius Staksberg)
Veðurlag (Marius Staksberg)
Samsvar (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Samtøkunøvn (Jeffrei Henriksen)
Umsagnarliður (Jeffrei Henriksen)
Tað, hetta, hatta (Jeffrei Henriksen)
Ytri banki og Eystari landsrættur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Yvir fyri > fyri blaðnum; til + hvørsfall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Ilt er at binda hund við smørleyp (Jógvan í Lon Jacobsen)
Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Kervi (Marius Staksberg)
Hurð og dyr (Marius Staksberg)
Hjá fyri á og í (Marius Staksberg)
Naggatódn (Marius Staksberg)
Røkka ella støkka (Marius Staksberg)
Burturúrløga (Jeffrei Henriksen)
Atdráttur (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Føll (Jeffrei Henriksen)
Mát (Jeffrei Henriksen)
Kanóntilboð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Slept upp á fjall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Skræða, skrædna (Jógvan í Lon Jacobsen)
Jól (Jógvan í Lon Jacobsen)
Inn – innar, út - uttar (Marius Staksberg)
Eitt hús ella eini hús (Marius Staksberg)
Talorð + ár (Marius Staksberg)
Mans ella menn (Marius Staksberg)
Dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Tíðarhjáliður fremstur (Jeffrei Henriksen)
Skeiv dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Samanfall (Jeffrei Henriksen)
Tolsøgn (Jeffrei Henriksen)
Krás (Jógvan í Lon Jacobsen)
Gita (Jógvan í Lon Jacobsen)
Oyggjarnar (Jógvan í Lon Jacobsen)
Leggja oyra til (Jógvan í Lon Jacobsen)
Báðir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Vælkomin (Marius Staksberg)
Mánaður (Marius Staksberg)
Tvinnir (Marius Staksberg)
Annar og næsti (Marius Staksberg)
At snara og at rura (Jeffrei Henriksen)
At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Avmarkað og óavmarkað (Jeffrei Henriksen)
At vaska (Jeffrei Henriksen)
Fyrri hálvleikur (Jógvan í Lon Jacobsen)
At koma best frá byrjan (Jógvan í Lon Jacobsen)
At tosa ítrótt (Jógvan í Lon Jacobsen)
Um týðiligan og ótýðiligan framburð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Lesiframburður (Jógvan í Lon Jacobsen)
Útgivið tann: 25.01.2014
Tilhangari (Marius Staksberg)
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Í morgun fari eg, eftir áheitan frá einum lurtara, at nevna eitt útlendskt orð, sum vit hoyra javnan, við hvørt eisini í fjølmiðlunum, men har vit hava eitt gott, og eisini vanligt, føroyskt orð at seta ístaðin. Talan er um orðið tilhangari, sum sjálvandi er danska orðið tilhænger eitt sindur tillagað. Orðið verður tíðum brúkt í sambandi við ítrótt, og tá er fyrsta føroyska orðið, vit koma í hug, viðhaldsfólk - ella eisini viðhaldsmaður ella viðhaldskvinna. So heldur enn at siga eitt nú: "Hann er KÍ-tilhangari," kunnu vit siga: "Hann er KÍ-viðhaldsmaður." Tað ber sjálvsagt eisini til at siga: "Hann er KÍ-ari," ella: "Hann heldur við KÍ," og tað man vera tað vanliga. Eisini í politikki eru fólk tilhangarar av bæði einum og øðrum, men tá man orðið viðhaldsfólk ikki hóska so væl. So heldur enn at siga: "Hon er tilhangari av fullveldi" ella "…ríkisfelagsskapinum," kann verða sagt eitt nú: "Hon tekur undir við fullveldi," ella: "Hon tekur undir við ríkisfelagsskapinum."