Máltáttur
Nøvn á handlum – Hon og hann (Jógvan í Lon Jacobsen)
Reglur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Tilhangari (Marius Staksberg)
Fýrati (Marius Staksberg)
Veðurlag (Marius Staksberg)
Samsvar (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Samtøkunøvn (Jeffrei Henriksen)
Umsagnarliður (Jeffrei Henriksen)
Tað, hetta, hatta (Jeffrei Henriksen)
Ytri banki og Eystari landsrættur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Yvir fyri > fyri blaðnum; til + hvørsfall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Ilt er at binda hund við smørleyp (Jógvan í Lon Jacobsen)
Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Kervi (Marius Staksberg)
Hurð og dyr (Marius Staksberg)
Hjá fyri á og í (Marius Staksberg)
Naggatódn (Marius Staksberg)
Røkka ella støkka (Marius Staksberg)
Burturúrløga (Jeffrei Henriksen)
Atdráttur (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Føll (Jeffrei Henriksen)
Mát (Jeffrei Henriksen)
Kanóntilboð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Slept upp á fjall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Skræða, skrædna (Jógvan í Lon Jacobsen)
Jól (Jógvan í Lon Jacobsen)
Inn – innar, út - uttar (Marius Staksberg)
Eitt hús ella eini hús (Marius Staksberg)
Talorð + ár (Marius Staksberg)
Mans ella menn (Marius Staksberg)
Dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Tíðarhjáliður fremstur (Jeffrei Henriksen)
Skeiv dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Samanfall (Jeffrei Henriksen)
Tolsøgn (Jeffrei Henriksen)
Krás (Jógvan í Lon Jacobsen)
Gita (Jógvan í Lon Jacobsen)
Oyggjarnar (Jógvan í Lon Jacobsen)
Leggja oyra til (Jógvan í Lon Jacobsen)
Báðir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Vælkomin (Marius Staksberg)
Mánaður (Marius Staksberg)
Tvinnir (Marius Staksberg)
Annar og næsti (Marius Staksberg)
At snara og at rura (Jeffrei Henriksen)
At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Avmarkað og óavmarkað (Jeffrei Henriksen)
At vaska (Jeffrei Henriksen)
Fyrri hálvleikur (Jógvan í Lon Jacobsen)
At koma best frá byrjan (Jógvan í Lon Jacobsen)
At tosa ítrótt (Jógvan í Lon Jacobsen)
Um týðiligan og ótýðiligan framburð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Lesiframburður (Jógvan í Lon Jacobsen)
Útgivið tann: 26.01.2014
Teldubræv (Marius Staksberg)
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Um somu tíð sum vit hava fingið internetið, ella alnetið, hava vit eisini fingið teldupost. Og við telduposti senda vit skrivlig boð til onnur og fáa skrivlig boð frá øðrum á líknandi hátt, sum vit fáa og senda skrivlig boð við "vanligum" posti. Tílík skrivlig boð plaga vit at nevna brøv, tá ið vit senda tey við "vanligum" posti.
Tað einstaka skrivið kalla vit sostatt eitt bræv, meðan vit brúka orðið postur um flutningsskipanina. Men tá ið vit senda somu ella líknandi skriv við telduposti, tykist bland at vera komið í. Tað er ikki óvanligt, at fólk siga okkurt sum: "Eg fekk tveir teldupostar í morgun." Var talan um "vanligan" post, hevði tað ikki borið til á sama hátt at sagt: "Eg fekk tveir postar í morgun," - tá høvdu vit sagt: "Eg fekk tvey brøv í morgun." Tað hevði hóskað betur, um vit høvdu sama skilnað, tá ið talan er um teldupost – t.e. at vit nevna tey einstøku skrivini teldubrøv og flutningsskipanina teldupost.