Máltáttur
Inngangur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Fjølmiðlarnir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Spísiborð - matborð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Nøvn á handlum – Hon og hann (Jógvan í Lon Jacobsen)
Reglur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Teldubræv (Marius Staksberg)
Tilhangari (Marius Staksberg)
Fýrati (Marius Staksberg)
Veðurlag (Marius Staksberg)
Samsvar (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Samtøkunøvn (Jeffrei Henriksen)
Umsagnarliður (Jeffrei Henriksen)
Tað, hetta, hatta (Jeffrei Henriksen)
Ytri banki og Eystari landsrættur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Yvir fyri > fyri blaðnum; til + hvørsfall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Danskar lýsingar í føroyskum bløðum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Ilt er at binda hund við smørleyp (Jógvan í Lon Jacobsen)
Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Kervi (Marius Staksberg)
Hurð og dyr (Marius Staksberg)
Hjá fyri á og í (Marius Staksberg)
Naggatódn (Marius Staksberg)
Røkka ella støkka (Marius Staksberg)
Burturúrløga (Jeffrei Henriksen)
Atdráttur (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Føll (Jeffrei Henriksen)
Mát (Jeffrei Henriksen)
Kanóntilboð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Slept upp á fjall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Skræða, skrædna (Jógvan í Lon Jacobsen)
Jól (Jógvan í Lon Jacobsen)
Inn – innar, út - uttar (Marius Staksberg)
Eitt hús ella eini hús (Marius Staksberg)
Talorð + ár (Marius Staksberg)
Mans ella menn (Marius Staksberg)
Dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Tíðarhjáliður fremstur (Jeffrei Henriksen)
Skeiv dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Samanfall (Jeffrei Henriksen)
Tolsøgn (Jeffrei Henriksen)
Krás (Jógvan í Lon Jacobsen)
Gita (Jógvan í Lon Jacobsen)
Oyggjarnar (Jógvan í Lon Jacobsen)
Leggja oyra til (Jógvan í Lon Jacobsen)
Báðir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Vælkomin (Marius Staksberg)
Mánaður (Marius Staksberg)
Tvinnir (Marius Staksberg)
Annar og næsti (Marius Staksberg)
At snara og at rura (Jeffrei Henriksen)
At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Avmarkað og óavmarkað (Jeffrei Henriksen)
At vaska (Jeffrei Henriksen)
Útgivið tann: 27.01.2014
Alnót (Marius Staksberg)
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Internetið er sum kunnugt eitt teldunet, sum fatar um allan heimin, og tað liggur eisini í sjálvum orðinum internet. Tað er sera hent, og hóast tað er eitt rættiliga nýtt fyribrigdi, er tað longu vorðið partur av gerandisdegnum hjá mongum. Men øll tykjast ikki at vera nøgd við orðið internet, kanska tí tað ljóðar heldur fremmant. Vit hava nevniliga fingið í hvussu so er tvey onnur orð fyri hesum fyribrigdi: alnet og alnót. Fyrri liður í hesum báðum orðunum hóskar væl innihaldsliga, og hann hevur fyrr verið brúktur sum týðing av fremmanda forskoytinum -inter, t.d. í orðinum altjóða. Einki er sostatt galið við orðinum alnet. Men seinna orðið, alnót, fær illa verið annað enn ein misskiljing, tí internetið er ikki nøkur nót. Ein nót er, sum øll vita, eitt veiðiamboð, og hóast hon er gjørd av neti, er hon ikki eitt net. So vilja vit sleppa undan fremmanda forskoytinum inter-, eiga vit heldur at brúka orðið alnet. Í hvussu so er hevði verið best, um vit sluppu undan alnótini.