Máltáttur
Nøvn á handlum – Hon og hann (Jógvan í Lon Jacobsen)
Reglur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Teldubræv (Marius Staksberg)
Tilhangari (Marius Staksberg)
Fýrati (Marius Staksberg)
Veðurlag (Marius Staksberg)
Samsvar (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Samtøkunøvn (Jeffrei Henriksen)
Umsagnarliður (Jeffrei Henriksen)
Tað, hetta, hatta (Jeffrei Henriksen)
Ytri banki og Eystari landsrættur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Yvir fyri > fyri blaðnum; til + hvørsfall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Ilt er at binda hund við smørleyp (Jógvan í Lon Jacobsen)
Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Kervi (Marius Staksberg)
Hurð og dyr (Marius Staksberg)
Hjá fyri á og í (Marius Staksberg)
Naggatódn (Marius Staksberg)
Røkka ella støkka (Marius Staksberg)
Burturúrløga (Jeffrei Henriksen)
Atdráttur (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Føll (Jeffrei Henriksen)
Mát (Jeffrei Henriksen)
Kanóntilboð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Slept upp á fjall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Skræða, skrædna (Jógvan í Lon Jacobsen)
Jól (Jógvan í Lon Jacobsen)
Inn – innar, út - uttar (Marius Staksberg)
Eitt hús ella eini hús (Marius Staksberg)
Talorð + ár (Marius Staksberg)
Mans ella menn (Marius Staksberg)
Dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Tíðarhjáliður fremstur (Jeffrei Henriksen)
Skeiv dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Samanfall (Jeffrei Henriksen)
Tolsøgn (Jeffrei Henriksen)
Krás (Jógvan í Lon Jacobsen)
Gita (Jógvan í Lon Jacobsen)
Oyggjarnar (Jógvan í Lon Jacobsen)
Leggja oyra til (Jógvan í Lon Jacobsen)
Báðir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Vælkomin (Marius Staksberg)
Mánaður (Marius Staksberg)
Tvinnir (Marius Staksberg)
Annar og næsti (Marius Staksberg)
At snara og at rura (Jeffrei Henriksen)
At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Avmarkað og óavmarkað (Jeffrei Henriksen)
At vaska (Jeffrei Henriksen)
Fyrri hálvleikur (Jógvan í Lon Jacobsen)
At koma best frá byrjan (Jógvan í Lon Jacobsen)
At tosa ítrótt (Jógvan í Lon Jacobsen)
Um týðiligan og ótýðiligan framburð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Útgivið tann: 18.09.2013
Rætt ella skeivt (Jeffrei Henriksen)
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Í einum málteigi sínum í Tingakrossi (teir eru uppafturprentaðir í 53. bindi í Varðanum) finst Marius Johannesen at Jákupi Dahl, sum skrivaði um hin miskunnsama samáriubúgvan og hin illa viðfarna mannin, at samáriubúgvin lyfti honum upp á reiðdýrið hjá sær. "Har átti at staðið hann," skrivar Marius, "Tú lyftir leypin upp á mannin, um tú ert førur fyri at lyfta honum."
Hesin málburður, sum Marius vildi hava at vera tann rætta, við miðilshvørjumfalli til lítla broyting, men hvønnfalli til flyting úr einum stað í annað, var vanligur upp um miðja farnu øld og er tað framvegis hjá almongum, ið enn eru uppi á døgum. Men hin málburðurin, ið Jákup Dahl nýtti, var eldri og sostatt ið hvussu er einaferð tann rætti og einki at finnast at. Nú munnu tey flestu í yngra ættarliðinum nýta hvønnfall í báðum førum.