Máltáttur
Nøvn á handlum – Hon og hann (Jógvan í Lon Jacobsen)
Reglur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Teldubræv (Marius Staksberg)
Tilhangari (Marius Staksberg)
Fýrati (Marius Staksberg)
Veðurlag (Marius Staksberg)
Samsvar (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Samtøkunøvn (Jeffrei Henriksen)
Umsagnarliður (Jeffrei Henriksen)
Tað, hetta, hatta (Jeffrei Henriksen)
Ytri banki og Eystari landsrættur (Jógvan í Lon Jacobsen)
Yvir fyri > fyri blaðnum; til + hvørsfall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Ilt er at binda hund við smørleyp (Jógvan í Lon Jacobsen)
Taka hædd fyri > leggja uppfyri (Jógvan í Lon Jacobsen)
Kervi (Marius Staksberg)
Hurð og dyr (Marius Staksberg)
Hjá fyri á og í (Marius Staksberg)
Naggatódn (Marius Staksberg)
Røkka ella støkka (Marius Staksberg)
Burturúrløga (Jeffrei Henriksen)
Atdráttur (Jeffrei Henriksen)
Talsamsvar (Jeffrei Henriksen)
Føll (Jeffrei Henriksen)
Mát (Jeffrei Henriksen)
Kanóntilboð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Slept upp á fjall (Jógvan í Lon Jacobsen)
Bending av fólkanøvnum (Jógvan í Lon Jacobsen)
Skræða, skrædna (Jógvan í Lon Jacobsen)
Jól (Jógvan í Lon Jacobsen)
Inn – innar, út - uttar (Marius Staksberg)
Eitt hús ella eini hús (Marius Staksberg)
Talorð + ár (Marius Staksberg)
Mans ella menn (Marius Staksberg)
Dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Tíðarhjáliður fremstur (Jeffrei Henriksen)
Skeiv dentskipan (Jeffrei Henriksen)
Samanfall (Jeffrei Henriksen)
Tolsøgn (Jeffrei Henriksen)
Krás (Jógvan í Lon Jacobsen)
Gita (Jógvan í Lon Jacobsen)
Oyggjarnar (Jógvan í Lon Jacobsen)
Leggja oyra til (Jógvan í Lon Jacobsen)
Báðir (Jógvan í Lon Jacobsen)
Samsvar millum grundlið og umsøgn (Marius Staksberg)
Vælkomin (Marius Staksberg)
Mánaður (Marius Staksberg)
Tvinnir (Marius Staksberg)
Annar og næsti (Marius Staksberg)
At snara og at rura (Jeffrei Henriksen)
At bróta, reiggja og bregða (Jeffrei Henriksen)
At bjóða, ynskja og vísa (Jeffrei Henriksen)
Avmarkað og óavmarkað (Jeffrei Henriksen)
At vaska (Jeffrei Henriksen)
Fyrri hálvleikur (Jógvan í Lon Jacobsen)
At koma best frá byrjan (Jógvan í Lon Jacobsen)
At tosa ítrótt (Jógvan í Lon Jacobsen)
Um týðiligan og ótýðiligan framburð (Jógvan í Lon Jacobsen)
Útgivið tann: 21.09.2013
Klombur (Marius Staksberg)
Skrivað hevur: Jógvan Andersen
Útlendska orðið parentes nevna vit á føroyskum klombur. Orðið klombur er hvørkikynsorð, og eitt klombur er annar bogin, vit seta um orð ella setningar, sum vit skjóta inn í ein tekst. Vit seta tó altíð tvey klombur, og saman nevna vit tey eini klombur. Vit brúka tað sostatt mest í fleirtali og siga eitt nú, at eitthvørt stendur í klombrum. Men summi tykjast fata orðið sum kvennkynsorð, klombra, og siga t.d.: Tað stendur í klombru, og eisini t.d.: Tað er sett í klombru. Men orðið er sum sagt hvørkikynsorð og verður mest sum bert brúkt í fleirtali við hesi merking. Í hvør- og hvønnfalli fleirtali eitur tað, eins og í eintali, klombur og í hvørjumfalli fleirtali klombrum. Vit seta sostatt eitthvørt í klombur, og tá ið tað er sett í klombur, stendur tað í klombrum.