Aktuella hornið
Móðurmálsdagurin 2017
Á samkomu í Løkshøll í Runavík leygardagin 25. mars fekk útvarps- og sjónvarpsmaðurin og yrkisbókahøvundurin, Suni Merkistein, Móðurmálsvirðislønina í 2017. Har varð skipað fyri Móðurmálsdegnum, ið sum vant er á føðingardegi V. U. Hammershaimbs. Grundgevingin var soljóðandi:… Les meira »
Føroyskir teknifilmar læra børn stavrað, tøl og litir
Sp/f Tatanka hevur latið úr hondum tríggjar føroyskar teknifilmar til smábørn. Við sangi og myndum læra børnini stavrað, tøl og litir á føroyskum saman við Stúta, Flaksa og Fimu – einum veðri, einum lunda og einari haru. Filmarnir eru at finna á YouTube. Við loyvi frá Sp/f T… Les meira »
01.03.2017
Føsta
Nú er føstan ella langaføstan byrjað, hon sum á gomlum norrønum máli æt langafasta ella sjauviknafasta, tí at hon vardi í sjey vikur. Gamla føroyska navnið langaføsta man vera til at skilja hana frá jólaføstuni, sum var hin styttra, fýra vikur til longdar. Satt at siga hava vit ikki nógvar heimildir um føroyska orðið langaføsta sum navn á føstuni. Í álmanakkanum, sum H.N. Jacobsens Bókahandil gevu…
Les meira »
07.10.2016
Móðurmálstiltak á Føroya Fólkaháskúla 1. oktober 2016.
Røða, Martin Næs, deildarstjóri, helt á móðurmálstiltaki á Háskúlanum við heitinum ‘Ung og málið’, leygardagin 1. okt. 2016 Kæru áhoyrarar. Ung og hálvgomul! Í løgtingslógini um málráð frá 2012 stendur einastaðni um uppgávurnar hjá málráðnum: “at málráðið skipar fyri átøkum, málinum at frama” (§5, stk. 5). Sigast má, at tiltakið á Háskúlanum í dag er á mangan hátt í tráð við hesa áseting í lógini.…
Les meira »