Aktuella hornið
Vælkomuorð á móðurmálshaldið 2016
Kæra landsstýriskvinna, góða samkoma. Vegna fyrireikararnar er tað mær ein heiður at bjóða øllum vælkomnum til móðurmálshald her í hugnaligu Nýggjustovu hetta síðsta hóskvøld í marsmánaði. At halda móðurmálsdag er nú vorðið eitt afturvendandi tiltak, og dagurin hevur undanfa… Les meira »
Móðurmálshald 2016
Ung og føroyskt mál í filmi var evnið á móðurmálstiltaki í Nýggjustovu í Havn hóskvøldið 31. mars.
Móðurmálsdagurin 2016 skuldi verið á føðingardegi V. U. Hammershaimbs eins og undanfarin ár, men í ár var 25. mars langafríggjadag. Fyri ikki at fara ov langt frá vanliga móður… Les meira »
01.06.2016
Mál, kyn og javnstøða
Málið er ikki bert eitt samskiftisamboð, men gjøgnum málið kunnu vit eisini vísa nøkur virði, kenslur og hugburð til tað, sum tosað verður um. Men kjarnin í kjakinum um málið í javnstøðuhøpi snýr seg um ikki at gera mismun millum kynini ella ikki lata nakran vera fyri vanbýti av málsligum orsøkum.
Samsvarsbending
Føroyskt hevur sum kunnigt trý málslig kyn: kallkyn, kvennkyn og hvørkikyn og hevur s…
Les meira »
13.05.2016
Hvítusunna
Hin fyrsti, sum boðaði kristni í Noregi, var Ólavur kongur Tryggvason seinast í tíggjundu øld. Hann hevði tikið við kristnari trúgv á víkingaferð í Onglandi. Ymist í orðafari í máli okkara viðvíkjandi kristindómi hevur røtur í fornenskum máli. Eitt tílíkt orð í máli okkara er orðið hvítusunna. Eins og norðmenn og íslendingar nevna vit sjeynda sunnudag eftir páskir hvítusunnu, ið er høgtíð til minn…
Les meira »