Aktuella hornið
Áseting um /ai/ í tøkuorðum
Á málráðsfundi í novembur 2022 samtykti Málráðið eina áseting um /ai/ í tøkuorðum. Samtyktin snýr seg um, hvussu vit stava orð úr øðrum málum, ið koma inn í føroyskt. Málráðið gjørdi av at nýta ei-reglu við dupultformum eftir tídd og hevd. Hetta inniber, at nýggj tøkuorð, ið… Les meira »
Jóhan Hendrik Winther Poulsen farin
19. des. 2022 bórust boðini, at Jóhan Hendrik Winther Poulsen var farin, 88 ára gamal. Jóhan Hendrik var formaður í Føroysku málnevndini, frá stovnan í 1985 og til hann legði frá sær í 1997. Føroyska málnevndin varð í 2012 broytt til Málráðið. Arbeiðið við føroyska málinum v… Les meira »
23.03.2023
Móðurmálsdagurin: Kom og spæl Kahoot
Aftur í ár skipa Málráðið og Føroyar lesa fyri Kahoot-spurnarkapping á móðurmálsdegnum. Av tí at dagurin hesa ferð fellur á ein leygardag, spæla vit fríggjadagin 24. mars kl. 12.  Seinastu tvey árini hava Málráðið og Føroyar lesa skipað fyri væl umtóktum spurnarkappingum um móðurmálið á móðurmálsdegnum. Hetta fara vit at royna aftur í ár.  Soleiðis gert tú fyri at taka lut: - tak appina Kahoot! ni…
Les meira »
21.01.2023
Málráðið stuðlar teknmálsorðabók
Í fíggjarlógini fyri 2022 vóru 100.000 kr. játtaðar til føroyskt teknmál. Málráðið hevur valt at nýta upphæddina til at stuðla arbeiðinum at gera talgilda føroyska teknmálsorðabók. Síðan 2017 hevði føroyskt teknmál verið viðurkent sum føroyskt mál. Hetta merkir m.a., at Málráðið hevur ábyrgd av at røkja, menna og verja føroyskt teknmál. Í fjør vóru 100.000 kr. av játtanini settar av júst til hetta…
Les meira »