Aktuella hornið
Summarfrí
Vegna summarfrí er avgreiðslan á Málstovuni hjá Málráðnum stongd 18. juli - 29. august. Málstovan Les meira »
Nýggjar upplatingartíðir
Frá 1. juni 2022 eru hesar upplatingartíðir á Málstovuni: Mánadag - hósdag er telefontíð kl. 10-12. Í hesum tíðarbilinum er skrivstovan eisini opin.Málsligir fyrispurningar verða at senda til okkara á: malrad@malrad.fo.  Les meira »
02.08.2022
Ársfrágreiðing 2021
Við hesum er fyrsta árið hjá sitandi Málráði farið aftur um bak. Hetta hevur verið eitt spennandi og læruríkt ár. Stór útskifting hevur verið í Málráðnum, og tað hevur ført við sær, at tað frá byrjan var nógv hjá ráðslimunum at kunna seg um. Við hollum ráðum og vegleiðing frá starvsfólkunum á Málstovuni fekst greiða tó skjótt á tí mesta. Fyrsta hálva árið hjá sitandi Málráði var merkt av málsligum…
Les meira »
05.01.2022
Sammóðir er ársins orð 2021
Sammóðir gjørdist ársins orð 2021. Hetta varð avdúkað í morgunsendingini Góðan morgun, Føroyar hin 17. des.Øll trý í dómsnevndini, sum vóru Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi og samskipari í Málráðnum, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, og Óluva Klettskarð, forkvinna í felagnum Føroyamál, valdu orðið sammóðir, sum sostatt er Ársins orð 2021.Dómsnevndin var samd um ársi…
Les meira »