Aktuella hornið
Ráðgevingin á Málstovuni er avmarkað í løtuni
Vegna avmarkaða arbeiðsorku í løtuni er ráðgevingin á Málstovuni avmarkað.Vinarliga sendið spurningar um málslig ivamál til t-post okkara: malrad@malrad.fo Les meira »
Ársins orð 2019: Heimafriður
Við tveimum atkvøðum móti einari varð Heimafriður valt sum ársins orð 2019.
Fjórða árið á rað velur Morgunsendingin ársins orð. Í 2016 var ársins orð hjúnabandslóg, 2017 var tað fiskivinnunýskipan og 2019 ræstkjøtaburgari.
At hjálpa morgunsendingini at velja ársins orð hava… Les meira »
14.02.2020
Føsta
Nú er føstan ella langaføstan byrjað, hon sum á gomlum norrønum máli æt langafasta ella sjauviknafasta, tí at hon vardi í sjey vikur. Gamla føroyska navnið langaføsta man vera til at skilja hana frá jólaføstuni, sum var hin styttra, fýra vikur til longdar. Satt at siga hava vit ikki nógvar heimildir um føroyska orðið langaføsta sum navn á føstuni. Í álmanakkanum, sum H.N. Jacobsens Bókahandil gevu…
Les meira »
11.10.2019
Hvussu skriva vit tøl?
Í føroyskum hava vit tvinni talheiti, tey eldru/norrønu: tríati, fjøruti, fimmti, seksti, sjeyti, áttati og níti, og tey yngru: tretivu, hálvtrýssinstjúgu ella hálvtrýss, trýssinstjúgu ella trýss, hálvfjerðsinstjúgu ella hálvfjerðs, fýrsinstjúgu ella fýrs, hálvfemsinstjúgu ella hálvfems. Tøl undir hundrað verða skrivað í einum orði
20
tjúgu
23
tjúgutrý ella trýogtjúgu
38
tríatiátta ella áttaogtret…
Les meira »