Aktuella hornið
Ráðgevingin á Málstovuni er avmarkað fyri tíðina
Vegna avmarkaða arbeiðsorku er ráðgevingin á Málstovuni avmarkað fyri tíðina.Vinarliga sendið spurningar um málslig ivamál til t-post okkara:malrad@malrad.fo Les meira »
Ræstkjøtaburgari er ársins orð í 2018
Morgunsendingin Góðan morgun Føroyar hjá Kringvarpinum skipaði aftur í ár fyri táttinum Ársins orð. Uppskotini frá lurtarum vóru 120 í tali, og limir í Málráðnum valdu so tíggju orð burturúr. Tey tíggju orðini vóru:Bústaðarneyð, falstíðindi, fortnite, gávubarn, Glasir, innko… Les meira »
16.04.2019
Páskaorð
Fleiri av døgunum í vikuni fyri páskir hava serstakt navn við serstøkum týdningi. Á ein­um kirkjufundi í Nikea í árinum 325 varð ásett, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnu­dag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir vár­javn­døg­ur, um fullmáni er henda dag. Tað fyrsta, páskadagur kann vera, er 22. mars, tað síðsta 25. apríl. DymbildagavikanVikan fyri páskir eitur su…
Les meira »
11.11.2018
Klippingssól
Dagurin 11. november í ár, mortansmessudagur, er klippingssól. Seinni liður í hesum orði, sól, er stytting av orðinum náttsól, sum merkir 'máni'. Fyrri liður, klipping, merkir í fyrsta lagi 'tað at klippa', í øðrum lagi 'seinna fjallgonga um heystið', eisini nevnt 'klippingsfjall', og í triðja lagi 'tíðin tá ið klippingsfjallið verður gingið'. At tað eitur klipping kemst av, at tá verður doddurin…
Les meira »