Aktuella hornið
Netnavn
Málráðið hevur fingið fyrispurning um, hvat føroyskt orð vit skulu brúka fyri enska nickname. Í føroyskum hava vit orðið eyknevni, sum upprunaliga hevur somu merking sum enska nickname. Orðið eyknevni samsvarar tó ikki so væl vanligastu nútíðarmerkingini av nickname, sum er… Les meira »
Ráðgevingin á Málstovuni er avmarkað í løtuni
Vegna avmarkaða arbeiðsorku í løtuni er ráðgevingin á Málstovuni avmarkað.Vinarliga sendið spurningar um málslig ivamál til t-post okkara: malrad@malrad.fo Les meira »
11.10.2019
Hvussu skriva vit tøl?
Tøl undir hundrað verða skrivað í einum orði
20
tjúgu
23
tjúgutrý ella trýogtjúgu
38
tríatiátta ella áttaogtretivu
40
fjøruti
50
fimmti, hálvtrýss ella hálvtrýssinstjúgu
60
seksti, trýss ella trýssinstjúgu
70
sjeyti, hálvfjerðs ella hálvfjerðsinstjúgu
80
áttati, fýrs ella fýrsinstjúgu
90
níti, hálvfems ella hálvfemsinstjúgu Tøl yvir hundrað verða ikki skrivað í einum orði
245
tvey hundrað og fjør…
Les meira »
16.04.2019
Páskaorð
Fleiri av døgunum í vikuni fyri páskir hava serstakt navn við serstøkum týdningi. Á ein­um kirkjufundi í Nikea í árinum 325 varð ásett, at páskadagur skuldi vera fyrsta sunnu­dag eftir fyrsta fullmána eftir várjavndøgur ella fyrsta sunnudag eftir vár­javn­døg­ur, um fullmáni er henda dag. Tað fyrsta, páskadagur kann vera, er 22. mars, tað síðsta 25. apríl. DymbildagavikanVikan fyri páskir eitur su…
Les meira »