Aktuella hornið
Ráðgevingin á Málstovuni er avmarkað í løtuni
Vegna avmarkaða arbeiðsorku í løtuni er ráðgevingin á Málstovuni avmarkað. Vinarliga sendið spurningar um málslig ivamál til t-post okkara: malrad@malrad.fo Les meira »
25. mars er móðurmálsdagur
Vit eiga øll móðurmálið, og vit hava tað við okkum í flestum lutum hvønn dag, men 25. mars varpa vit serligt ljós á móðurmálið. Vit halda móðurmálsdag á føðingardegi V.U. Hammershaimbs, sum var føddur 25. mars í 1819. V.U. Hammershaimb var málsligur undangongumaður og slóðbr… Les meira »
16.04.2020
Heilsan til Jonhard Mikkelsen
Jonhard Mikkelsen fekk íslendska mentanarvirðisløn, nú ið íslendingar hátíðarhildu 90 ára dag Vigdísar Finnbogadóttur, fyrrverandi forseta Íslands.Tað er ein nýggj altjóða mentanarvirðisløn, sum íslendska stjórnin, Háskóli Íslands og stovnur Vigdísar Finnbogadóttur fyri fremmandamál hava sett á stovn í sambandi við runda føðingardagin. Jonhard er sostatt fyrsta menniskja, sum fær heiðurin. Vit í M…
Les meira »
16.03.2020
Korona
Orðið korona gjørdist kent her á landi í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars 2015, tá ið tey, ið vóru so heppin at vera stødd har, sum tað var klárt, sóu ein lýsandi ring rundan um sólina, sum sjálv var fjald aftan fyri mánan. Tað var koronuna, vit sóu. Tilfar, sum sólin sleingir út úr sær, eins og eitt slag av lofthavi.Upprunin til orðið er úr latíni: corona, har tað merkir kransur ella ringur,…
Les meira »